Trygd hevur nú aftur tikið eitt risafet fram.
Nú kanst tú til dømis tryggja teg móti parkeringsbuklum, og nú noyðist tú ikki bert at velja millum lógarkravdu ábyrgdartryggingina ella fullu skrokktryggingina – vit bjóða nú eisini millumtingið. Bæði bilur og førari eru nú
enn betur tryggjaðir. 

Trygd hugsar um teg. 

Ábyrgdartryggingin er lógarkravd, 
og dekkar førara,
ferðandi og skaðar á akfar hjá mótpartinum. Nú ert tú sum førari í egnum bili, eisini enn betri tryggjaður.

Sum nakað heilt nýtt ber nú til at tekna sær Partvísa skrokktrygging. Hon dekkar tað sama sum Ábyrgd + glas, raðherverk, stuldur, bruna o.a.

Skrokktryggingin dekkar bæði bil, ferðandi og førara.

Tryggja teg ímóti parkeringsbuklum og øðrum í sambandi við parkering.

Fá leigubil til taks, meðan tín egni er á verkstað. Hjálpin er altíð til reiðar.

Hevur tú Akfarstrygd hjá okkum og ynskir at fáa Biltrygd ístaðin, vinarliga set teg í samband við okkum og boða frá ynskinum.